MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

28 June 2009

Sól og summar í DK

So kom summarið ordiliga til Danmarkar. Eg havi prøva alt møguligt. Eg havi verið í Frederiksberg have við mammu og babba, har slapp eg at pæla í sandkassanum og á einari løgnari reiggju.
So ein annan dagin slapp eg at spæla í svimjihylinum hjá grannunum hjá okkum, tað haldi eg eri so mega skeg.´
Hósdagin kom Lisa gumma at passa uppá meg, mamma og babba fóru í biograf. Gumma segði eg skikkaði mær pent, men eg tímdi ikki at sova, tað helt hon var nokso strævið.
Fríggjadagin fóru eg, mamma og babba í zoologisk hava. Eg havi at øll djórini er sooo skeg. Eg vil sooo gjarna sleppa at nerta við tey, men tað er ikki øll har man sleppur tað. Bara geitirnar. Tað helt eg var stuttligast.
Tit muga hyggja at øllum myndinum. Tað er so deiligt tá tað er summar.


No comments:

Post a Comment