MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

28 June 2009

Ein lítil bandittur umborð á Atlantic Airways

So havi eg aftur verið og flogið. Eg helt tað var alle tiders, men mamma, hon bara grenjar. Hon helt eg var í so kúllasligur. Eg vildi bara sleppa at spæla alla tíðuna, og allar helst úti á mittar gongini, har var so spennandi. Mamma bleiv við at hála meg innaftur. Eg helt hon var so forbiðji strævin.
Men eg slapp at spæla á setrinum og á dúrkinum framman fyri stólinum hjá okkum, vit høvdu tríggjar stólar, bara eg og mamma, so eg hevði eitt sindir at plássi at spæla í. Tá eg hevði rokast í 2 tímar, so var eg so deyðamóður at eg datt av tá mamma tók meg upp. So svav eg eina lítla løtu, inntil við lendu.
Har vesturi stóð omma í Grønlandi og bíðaði. Tað var deiligt. So fóru vit til Havnar.


No comments:

Post a Comment