MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

24 May 2009

So bleiv eg 1 heilt ár

Í gjár helt eg stóran føðingardag. Her vóru so nógv fólk og mamma hevði bakað eina rúgvu av kakum. Mamman hjá Gabriel hevði bakað bollar og pápin hjá Gabriel hann ornaði grillini so øll fingu pylsur og breyð.Eg fekk eina rúgvu av gávum, alt møguligt sum eg hevði ynskt mær. Eg var heilt uppi at koyra av øllum børnunum, sum vóru her. Eg skríggjaði og flenti, tá tey spældi við ballóninar.Her eru nakrar myndir frá ballinum og gávinum. Eisini takk fyri allar heilsaninar her inni, á facebook, mail, telefon og sms.
Tað eru fleiri myndir inni í myndasavninum.

No comments:

Post a Comment