MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

23 May 2009

Nógv ymisk fólk og kræmmermarked

Eg havi havt so nógva vitja í seinastini. Lisa gumma hevur verið her og passa uppá meg, Magnus abbi hevur verið her, langomma, Anna abbasystir, Ása abbasystir, Turið ommudidd og so fríggjadagin vóru omma og abbi í Grønlandi her. Ordiliga deiligt at síggja so nógv fólk.

Kristi himmalfarðardag fóru eg mamma og babba á kræmmermarked . Tað var herligt. Gott veður og nógv fólk. Eg slapp at eta ertrar og djúpstokt deiggj við sukur…. mmmm. Eg slapp eisini í eina karusell.



Fríggjadagin var vøggustovan stongd, og bæði mamma og babba skluldu til arbeiðis… so eg fór bara til gummu. Har var so stuttligt. Eg og Ró spældi alla tíðina. Vit vóru eisini úti á spæliplássinum.



No comments:

Post a Comment