MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

08 July 2008

So skal eg uppá slankikur!!!

Jaja, so var heilsusysturin aftur her. Hon trúði ikki sínum egnu eygum tá hon sá hvussu nógv eg vigaði… 3920 gramm. Mamma hevði grenja eitt sindur um at eg ikki vildi sova um náttina og at hon helt at tað var tí eg hevði ilt í búkinum, tað helt heilsusysturin kundi so væl passa. Hon helt simpulten, at eg eti for nógv. So nú skal mamma royna at geva mær suttu í staðin fyri boppu, tá eg grenji og bíða við at geva boppu til eg eri svangur og ikki bara vil hava okkurt at sutta uppá. Mamma heldur tað er nokso ringt at ikki bara geva mær boppu tá eg grenji, tað er ein ordans kollvelting í tankagongdina frá tá eg var føddur, tá skuldi hon bara royna at geva mær so nógv at eta sum gjørligt. Menmen, nú royna vit hetta og vita um eg sovi betur um náttina.Hvat annað er hent síðan seinast…. eg var aftur til fysioterapi. Hon helt at fóturin var nógv betur. Mamma og babba skula bara halda áfram við at trena. Skal til kontrol hjá ortopædinum í august.
Nú gleða vit okkum øll at koma heim til Føroyar. Bara 5 dagar.
Mamma hevur lagt fleiri myndir inn í albummi.

No comments:

Post a Comment