MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

01 July 2008

5 vikur kanning

So hava eg og mamma verið til 5 vikurs kanning. Tað vísir seg at tað er ikki sum at siga tað at koma oman til læknan, øllum førum ikki tá tað er mamma sum skal standa fyri tí…. eg hjálpti nokk heldur ikki uppá sakina.Alt byrjaði í gjár, mamma skrykti meg upp úr songini, so eg kundi fáa at eta og vaskast áðrenn vit skuldi til lækni, grúðiligt manerer. Vit koma so oman har langt um leingi, so sigir sjúkrasystirir aftanfyri diskin, ”Jamen, I har først tid i morgen”. So har var einki annað at gera enn at fara við halanum millum beinini heimaftur. So om igen í morgun, skryktir upp úr songini, vaska hári, reina blæðu og so í nýggj fín klæðir og spildirnýggjan jakka. Mamma hevur ikki meir enn bakka út úr parkeringsplássinum, so spýggi eg alt so til. Inn aftur, og í rein klæðir frá innast til uttast. So náddi vit langt um leingi oman til læknan og tað var tann rætti dagurin:) Alt var í fínasta ordan. Eg eri eitt sindir lættur og stuttur í forhold til at eg eri 5 vikur gamal, men tað sigir seg sjálvt. Eg skal nokk koma aftur. Eg vigaði 3350 gramm og var 49,5 cm langur. Nalvin var fínur og eg reageraði uppá alt sum eg skuldi. Tað einasta sum var, var at eg enn eri eitt sindir gulur, so eg og mamma skula fara at taka blóðprøva í morgin. Mamma heldur bara eg havi ein fínan kulør:)
Vónandi hava til tað øll gott úti í stóru verð, gleði meg at koma heim til Føroyar í summar.

No comments:

Post a Comment