MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

08 July 2011

Fríggjadagur – París

Í dag fóru vit øll ein biltúr til París. Vit fóru um 10 tíðina og tað tekur uml 2 tímar til París. Vit børn skikkaðu okkum eksemplariskt allan vegin. Magna svav og Herbert sat so fittur og hugdi gjøgnum vindeyga og prátaði við okkum. Hann sovnaði eisini til endans. Tað sum var minnið heppi við biltúrinum var at ein motorsúkkla krasjaði í okkara leigubil. Her í Frankaríki drøna motorsúkklurnar millum breytirnar um tað er kø. So tá vit stóðu í kø uttan fyri París kom ein stór Yamaha súkkla millum bananar og misti tamarhaldið á súkkluni og datt inn í okkum. Tað sum verri var, var at tá hann fann útav at mamma og babba ikki duga franskt, so drønaði hann bara avstað.

Blinkljósið brotnaåi og bilurin bleiv skøvaðurSad smile So vit brúktu teir fyrstu tímarnar í París uppá at finna eina politistøð so vit kundu melda mannin. Vit høvdu fingð nummarplátuna.

Frankaríki 345

Frankaríki 348

Babba og Eiffel tornið

Frankaríki 350

Mamma, Magna og Eiffeltornið

Frankaríki 353

Á matstovu á Champs-Élysées (Herbert vil ikki uppá mynd og Magna poserar)

Frankaríki 354

Frankaríki 356

Inni í Disney shop…. Cars heaven! Herbet fekk ein fjarstýrdan McQueen

Frankaríki 357

Babba og Magna á Champs-Élysées

Frankaríki 360

Mamma, Herbert og Triumfbogin

Frankaríki 363

Babba, Magna og Herbert MITT á Champs-Élysées.

Frankaríki 365

“NEI!!!” Herbert tímir ikki so væl at fotograferast fyri tíðina.

Frankaríki 368

Vit funnu eitt fitt spælipláss í París, har hugnaði Herbet sær eina løtu.

Frankaríki 372

Frankaríki 373

Frankaríki 388

Frankaríki 369

Vit komu framvið einari flottari karusell. Herbert bleiv heilt elektriskur tá hann sá hana. Hann slapp 4 túrarSmile

Frankaríki 392

Frankaríki 390

Frankaríki 394

Sum tað síðsta keyptu vit eina karikatur tekning av okkum 4.

Frankaríki 397

Ein deiligur dagur í París hóast alt.

No comments:

Post a Comment