MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

13 March 2010

Í Føroyum

Nú eri eg í Føroyum. Eg og mamma fóru ein svipp túr heim í eina lítla viku. Eg og mamma hava verið og givið dunnunum, verið og vitjað ommu og Hans abba á Argjum og verið trillitúr í Havnini.

Í dag var ein lítil beiggi sum eitur Símun og vitjaði meg, ella hann er ikki so lítil. Hann er líka stórur sum eg, men 5 mánaðir yngri.

Vit báðir finguð keks og mjólk frá mammu og so fóru vit at rudda køkin.

 Turið.mars2010 004 Turið.mars2010 006 Turið.mars2010 010Turið.mars2010 008

1 comment: