MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

11 October 2009

Vøggustovan

Onkutíð, tá mamma kemur eftir mær, so hava tey vaksnu í vøggustovuni lagt eina mynd av mær á mítt pláss, so er tað meiningin at mamma kann taka tær heim við. Eg helt at mamma skuldi eisini leggja tær upp her. Eg elski at ganga í vøggustovu. Um morgunin, tá babba ella mamma fara at lata seg í jakka og skógvar, so fari eg eisini at leita eftir mínum. Og um babba fer avstað uttan at taka mge við, verið eg í øðini. Eg havi næstan ikki tíð at siga farvæl við mammu og babba tá eg eri komin inn. Eg fari beint at spæla. Eg geri alt møguligt í vøggustovuni, eg spæli inni og eisini ordiliga nógv úti, serliga í sandkassanum. Ein dagin fóru eg, 3 onnur børn og 2 vaksin at svimja. Tað var ordiliga skeg.
Tá mamma og babba koma aftur eftir mær, so verið eg eisini ordiliga glaður og renni altíð til tey.
Myndirnar eru frá tá eg gekk í bláu stovu, men tað er bara fyri lítil børn. Nú gangi eg í blái stovu.

Kopi af vøggustovavøggustovaKopi (3) af vøggustova

No comments:

Post a Comment