Í dag er eitt sindur betur. Eg orkaði ikki at eta morgunmat, men eg havi ikki gráti so nógv sum í gjár, feburin er eisini farin niður.Eg og mamma hava lisið bók í morgun, tað er annars ikki nakað eg tími so væl… um eg skal lesa bók so er tað eg sjálvur sum skal blaða, og kanska eisini skræða:) Men eg fekk mær ein slang frá 8.30-10.30 so nú er aftur betur lag. Eg og babba fara út at spæla. Eg líkist eini útstappaðari gás, men so verið eg ikki kaldur.
No comments:
Post a Comment