Ja, her er alt við sama lag. Eg var og vitjaði læknavaktina í gjár, knappliga so fór feburin upp á 39,4 og eg tímdi hvørki at eta, drekka ella spæla. Men læknin fann einki hvørki her ella der. Eg var so raskur, tá hon stakk ein vatpinn niður í hálsin.
Í morgun hevði eg so 38.0, eg havi tað betur, men eg eri bara heima við mammu í dag. Vit hava spælt. Mamma hevur blitza óført.
Fyrst hugdu vit eftir teknifilm og ótu víndrúir
Charmetrøll
So fóru vit inn í kamarið at spæla.
Fyrst las eg bók …
So teknaði vit á mína fínu talvu, tá mamma teknaði eina kettu, so segði eg maaav, og ein hund, so segði eg uff uff.
Aftaná fóru vit at koyra tigara og bil
Omaná alt hetta spælaríi fekk eg mær ein langan blund. Tað er ok at verða heima onkutíð:)
No comments:
Post a Comment