Aftaná fóru vit til gummu. Ró er blivin útskrivað, so gumma hevði bakað bollar og gjørt kaka. Rannvá var eisini har, har vóru eisini tveir fittir lítlir dreingir, eg var heilt imponeraður. Teir eru bara 16 vikur, teir eita Uni og Rógvi.
Eg rokaðist so nógv, hárið var heilt vátt. Eg insisteraði uppá at sleppa upp í songina hjá Ró og har segði eg bara HAPS, so tók eg suttuna hjá henni. Eg leggi ikki petti í at hon er ljósareyð.

Sum tit eru fitt.
ReplyDelete