MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

24 October 2009

Sjúkur :(

Tá mamma kom eftir mær fríggjadagin, fekk hon at vita at eg hevði spýð eitt lítið sindir aftaná mín døgurðablund. Hon hugsaði ikki meir um tað, men seinni um kvøldið so vildi eg slett ikki eta nátturða, og so royndi mamma at lokka smoothie í meg, eg drakk nokkso nógv, men so spýði eg alt uppaftur. Eg hevði febur og tað heila. Í dag var ikki petti betur. Ongan matalyst, febur og so havi eg eisini spýð. Tað ringasta av tí heila var at eg ikki slapp til svimjing í morgun:( Tá man er sjúkur er tað nokso lekkurt at bara kunna hyggja í sjónvarp, hann sjálvur Dirch Passer er fínur.

No comments:

Post a Comment