Nei tvætl… ikki ordiliga til frisør. Mamma tók trimmarin og kutaði alt hári av mær. Tað var ikki lætt hjá henni. Hon heldur tað er so fitt, tá eg havi langt hár, men tað ber ikki til, at bara lata tað vaksa. Nú kemur várið, so av mátti hárið.
Tað var einki serliga stuttligt, tað tók so langa tíð. So onkrir tjavsar munna verða eftir. Tað leggi eg einki í. Tað stuttligasta var at sleppa at dustsúgva aftaná.
No comments:
Post a Comment