Nú hevur Herbert átt hendan bloggin í næstan 3 ár… nú muga tit venja tykkum við at eg eisini skrivi. Nú eri eg 5 dagar gomul. Síðan eg kom út og heim havi eg næstan bara sovið. Mamma og babba vita ikki um tað bara er tí at eg eri so góð, ella um tað er tí at eg havi gulsótt:) Sum tit síggja so eri eg eitt sindir gul.
Týsdagin vóru eg og mamma niðri aftur á sjúkrahúsinum, eg skuldi testa oyrini og taka nakrar blóðprøvar. Millum annað fyri gulsótt, men har var alt í ordan. Jarðarmóðurin segði bara at eg skuldi liggja við vindeyga og mamma skuldi geva mær nokk at drekka, og so reagera um eg bleiv meira gul ella meira sløv.
Babba var ikki við á sjúkrahúsinum, tí hann mátti verða heima hjá Herbert. Herbert hevur verið heima síðan týsdagin. Hann byrjaði at spýggja mánakvøldið og hevur ikki stegða síðan. Hann var soo slakkur í gjár, men í dag er betur. Hann fær hildi eitt sindir í sær.
Hann er annars ordiliga fittur, hann hevur ikki havt so nógv yvirskot til mín, men hin vegin, so er hann heldur ikki øvundsjúkur.
Ja tú ert væl dæmd góða diddan, og Herbert hanne r næstan heilt hvítur. Tað varður gott tá ið várið kemur.
ReplyDelete