Nú er tað 3. dagur eg eri heima hjá mammu. Í gjár fekk en høgan febur… 39.3 og eg fekk útslett um allan kroppin. Tað byrjaði við at eg fekk ordiliga reyðar kjálkar og so fekk eg prikkar um allan kroppin… akkurát sum gásarhold. Mamma helt eg hevðu fingið skarlaksfebur og ringdi til læknan. Tað helt læknin eisini, so nú fái eg penicillin. Tað er so ólekkurt, mamma má kroysta tað í meg.
Her havi eg sjálvur gjørt ein bil bana meðan mamma var á vesinum við didduni.
Man kann gott hoppa fyri tað um man eg sjúkur.
Og diddan hevur fingið stórar kjálkar og fleiri høkur.
No comments:
Post a Comment