Fríggjadagin var eg í mammubólk. Tað var heima hjá gummu og Ró. Tað var so hugnaligt. Gumma hevði bakað bollar. Vit tóku eina mynd av okkum øllum. Tað gjørdu vit eisini fyri ca. 1½ ári síðan. Tá var eg størst, men tað eri eg ikki longur. Gabriel er yngst…. men IKKI minst. Vit sita eftir aldri og í somu rekkifylgi á báðum myndum. Rannvá manglar á tí gomlu myndini.
So í dag vóru Malthe, Bertram og Frida her hjá okkum. Mamma hevði bakað bollar og gjørt eina súrepla kaku. Vit 4 óruddaði alla íbúðina. Tað var ordiliga skeg.
Frida hevði sína lítlisystir við, henni var eg púra vekk í. Eg slapp eisini at sita undir henni.
No comments:
Post a Comment