MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

23 February 2010

Hugnaligur leygardagur saman við mammu

Leygardagin fór babba at sparka innandura kapping. So eg og mamma máttu fara at hugna okkum einsamøll. Fyrst fóru vit til eitt stað sum eitur FunCity. Tað er eitt stórt innandura spælipláss. Har var eitt “búr” har man kundi skjóta skúmgummi kúlir eftir hvørjum øðrum, og so var eitt fort við eini byrsu í hvørjum horni. Eg rakk ikki upp at koyra kúlir í og enn og minnið at skjóta, men allíkavæl var tað tað einasta eg tímdi. Mamma royndi at vísa mær kúlubaði og rutsjibanam, men nei. Av tí at ikki kundi skjóta, so gekk eg bara og samlaði bóltar. Teir stóru dreingirnir vóru nokso irriteraðir inn á meg, tí eg gekk allatíðina í vegin og stjól bóltarnar so teir ikki kundi skjóta…. haha.

Funcity, akvarium, baka 003 Funcity, akvarium, baka 004 Funcity, akvarium, baka 005 Aftaná døgurðaslangin fóru eg og mamma inn á eina matstovu sum eitur Wagamama, har møttu vit Evu og Gabriel. Og so ein túr inn á eitt akvarium sum er inni í tivoli. Eg og Gabriel gingu aftur og framm og hugdi at fiskunum.

Funcity, akvarium, baka 010 Funcity, akvarium, baka 017

No comments:

Post a Comment