Í vikuskiftinum var føstulávint. Vit hildu tað eisini í vøggustovuni. Mamma lat meg í sum eina løvu áðrenn eg fór avstað um morgunin. Tað var ordiliga cool. Eg tímdi slett ikki úr aftur klæðunum.
Leygardagin fóru eg, mamma og babba inn í Føroyahúsið at sláa tunnu. Eg var aftur løva og mamma eisini. Eg helt tað var so skeg at sláa tunnu. Flenti í kíki hvørja ferð eg rakti. Men slái ikki so hart enn, so eg bleiv ikki kattakongur.
No comments:
Post a Comment