Putlhús eru eini fín hús. Fyrsta kvøldi var tað bara nátturði og so í song. Mamma ummøbileraði og manereraði. Finguð eitt sindir betur pláss, men hon dugir ikki gand.
Leygardagin fóru vit túr út á Bakka, har var bakkaomman í fuld sving við at kóka blóðpylsu.
Vit vóru eisini inni og vitjaði seyðin og mamma vísti mær "before and after".
So var eg í bað í Putlhúsi, í ein balju, sum var alt ov lítil. Abbabeiggi og bakkaomman vóru har og hugdi at showinum. Men eitt er so steinsikkurt, tað er tað at man svevur væl í Putlhúsi. Eg svav í 8 tímar út í eitt og tað havi eg ikki gjørt leingi.
Og so til seinast, tann obligatoriska myndin á trappuni
P.S. Nýtt video lagt upp
No comments:
Post a Comment