Mamma bíðaði bara til eg svav, trillaði so vognin inn til abba, so hann rakk at kýna mær um høvdið, og so legði hon eitt leikutoy so abbi rakk at geva mær tað um eg vaknaði. So lat hon seg væl í og fór til gongu oman til Andreasen... bilurin er kavaður inni. Men tað gekk fínasta slag. Eg svav allatíðina hon var vekk, men hevði eg vaknað, so rokni eg eisini við tað hevði verið ok, tí abbi var jú har, hann dugir so væl at syngja.





Og so til seinast, tann obligatoriska myndin á trappuni














So hevur Gabriel eisini verið her. Hann og foreldrini vóru her til døgðura sunnudagin. Tað var ordiliga hugnaligt, eg og hann syrgdi fyri at øll 4 vaksin ongantíð sluppu at sita og eta í senn:)
So í gjár vóru eg og mamma og babba í tivoli. Tað var fínasta slag, ljósini vóru sera spennandi at hyggja eftir... men skal eg siga sum er, so er alt hetta hurlumheje í so nógv. Tað allarbesta er at sova á boppuni hjá mammu.

