Í dag fóru vit øll ein biltúr til París. Vit fóru um 10 tíðina og tað tekur uml 2 tímar til París. Vit børn skikkaðu okkum eksemplariskt allan vegin. Magna svav og Herbert sat so fittur og hugdi gjøgnum vindeyga og prátaði við okkum. Hann sovnaði eisini til endans. Tað sum var minnið heppi við biltúrinum var at ein motorsúkkla krasjaði í okkara leigubil. Her í Frankaríki drøna motorsúkklurnar millum breytirnar um tað er kø. So tá vit stóðu í kø uttan fyri París kom ein stór Yamaha súkkla millum bananar og misti tamarhaldið á súkkluni og datt inn í okkum. Tað sum verri var, var at tá hann fann útav at mamma og babba ikki duga franskt, so drønaði hann bara avstað.
Blinkljósið brotnaåi og bilurin bleiv skøvaður So vit brúktu teir fyrstu tímarnar í París uppá at finna eina politistøð so vit kundu melda mannin. Vit høvdu fingð nummarplátuna.
Babba og Eiffel tornið
Mamma, Magna og Eiffeltornið
Á matstovu á Champs-Élysées (Herbert vil ikki uppá mynd og Magna poserar)
Inni í Disney shop…. Cars heaven! Herbet fekk ein fjarstýrdan McQueen
Babba og Magna á Champs-Élysées
Mamma, Herbert og Triumfbogin
Babba, Magna og Herbert MITT á Champs-Élysées.
“NEI!!!” Herbert tímir ikki so væl at fotograferast fyri tíðina.
Vit funnu eitt fitt spælipláss í París, har hugnaði Herbet sær eina løtu.
Vit komu framvið einari flottari karusell. Herbert bleiv heilt elektriskur tá hann sá hana. Hann slapp 4 túrar
Sum tað síðsta keyptu vit eina karikatur tekning av okkum 4.
Ein deiligur dagur í París hóast alt.
No comments:
Post a Comment