MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

10 July 2011

Frankaríki

So er okkara feria í Frankaríki næstan liðug. Vit fara til Danmarkar í morgin  og so víðari til Føroyar fríggjadagin. Her hevur verið so deiligt.

Mamma ger nøkur innlegg um okkara feriu her. Um tit trýsta á kortið so síggja til forkláringar um hvat nálirnar merkja.

Map picture

Sunnudagur – slappa av í Oyes

Í dag foru Bía mostir, Michel gubbi, omma, Louis og Emil til ein loppumarkna. Madeleini fór at spæla við eina vinkonu. Vit eru nokso móð av at koyra, so vit hildu okkum bara heima í dag.

Frankaríki 438

Frankaríki 460

Tað fór knappliga at regna so illa. Eg og babba fóru út at spæla í regninum… tað var stuttligt.

Frankaríki 469

Frankaríki 467

Frankaríki 468

Frankaríki 478

Frankaríki 480

Frankaríki 487

09 July 2011

Leygardagur–súkklutúr

Í dag fóru eg, mamma, babba og Emil ein súkklutúr. Eg sat attanfyri hjá babba. Mamma stegðaði á eina løtu at taka myndir av okkum og landslagnum. Her er so pent.

Frankaríki 408

Frankaríki 421

Frankaríki 412

Frankaríki 414

Frankaríki 415

Hugni í nýinnkeyptu útisofuni.

Frankaríki 423

08 July 2011

Fríggjadagur – París

Í dag fóru vit øll ein biltúr til París. Vit fóru um 10 tíðina og tað tekur uml 2 tímar til París. Vit børn skikkaðu okkum eksemplariskt allan vegin. Magna svav og Herbert sat so fittur og hugdi gjøgnum vindeyga og prátaði við okkum. Hann sovnaði eisini til endans. Tað sum var minnið heppi við biltúrinum var at ein motorsúkkla krasjaði í okkara leigubil. Her í Frankaríki drøna motorsúkklurnar millum breytirnar um tað er kø. So tá vit stóðu í kø uttan fyri París kom ein stór Yamaha súkkla millum bananar og misti tamarhaldið á súkkluni og datt inn í okkum. Tað sum verri var, var at tá hann fann útav at mamma og babba ikki duga franskt, so drønaði hann bara avstað.

Blinkljósið brotnaåi og bilurin bleiv skøvaðurSad smile So vit brúktu teir fyrstu tímarnar í París uppá at finna eina politistøð so vit kundu melda mannin. Vit høvdu fingð nummarplátuna.

Frankaríki 345

Frankaríki 348

Babba og Eiffel tornið

Frankaríki 350

Mamma, Magna og Eiffeltornið

Frankaríki 353

Á matstovu á Champs-Élysées (Herbert vil ikki uppá mynd og Magna poserar)

Frankaríki 354

Frankaríki 356

Inni í Disney shop…. Cars heaven! Herbet fekk ein fjarstýrdan McQueen

Frankaríki 357

Babba og Magna á Champs-Élysées

Frankaríki 360

Mamma, Herbert og Triumfbogin

Frankaríki 363

Babba, Magna og Herbert MITT á Champs-Élysées.

Frankaríki 365

“NEI!!!” Herbert tímir ikki so væl at fotograferast fyri tíðina.

Frankaríki 368

Vit funnu eitt fitt spælipláss í París, har hugnaði Herbet sær eina løtu.

Frankaríki 372

Frankaríki 373

Frankaríki 388

Frankaríki 369

Vit komu framvið einari flottari karusell. Herbert bleiv heilt elektriskur tá hann sá hana. Hann slapp 4 túrarSmile

Frankaríki 392

Frankaríki 390

Frankaríki 394

Sum tað síðsta keyptu vit eina karikatur tekning av okkum 4.

Frankaríki 397

Ein deiligur dagur í París hóast alt.

07 July 2011

Hósdagur – Epernay, sjampanjusmakking

Í dag bleiv Herbert settur á hjá Bíu mostir og so fóru Magna, mamma, babba og omma til Epernay. Tað er høvuðsstaðurin her í sjampanju regiónini. Har fóru vit at vitja eitt sjampanju húsið Mercier. Vit fóru vit við einum tokið ígjøgnum tunlarnar 30 m undir jørð og hoyrdu um hvussu man ger sjampanju.

Frankaríki 308

Frankaríki 311

Frankaríki 314

Frankaríki 316

Frankaríki 317

Frankaríki 322

Drúumarkir uttanfyri

Frankaríki 326

Omma skriva postkort

Frankaríki 332

06 July 2011

Mikudag – Provins, ein miðaldarbýur

í dag fóru vit øll somul til Provins. Tað er ein ordiliga gamal býur. Har fóru vit til ein sjónleik, sum snúði seg um ein hetju, Thibault, sum vardi býin móti tí ónda Thorak. Herbet bleiv eitt sindir bangin tá Thorak kom, og forlangið at hann og babba fóru avstað. So stóð hann og lúrdi frá síðulinjuni. Eitt flott show.

Frankaríki 272

Herbert situr og hyggur saman við babba og ommu.

Frankaríki 270

Her kemur Thibault ríðandi.

Frankaríki 276

So loypir Thorak á.

Frankaríki 277

Frankaríki 278

Frankaríki 284

Frankaríki 281

Herbert rýmdur út á síðulinjuna.

Frankaríki 286

Thibault vann!

Frankaríki 290

Herbert sum prinsessan.

Frankaríki 291

Michel sum Thibault.

Frankaríki 261

Pena Madeleine.

Frankaríki 255

Herbert og Madeleine leigast

Frankaríki 295