Í vikuskiftinum hevur Bía mostirgumma verið og vitja okkum. Hon svav í kamarinum hjá Herbert, undir hansara song. Tað helt hann var alletiders. Hon kom fríggjakvøldið, bara við teimum klæðunum hon hevði á bakinum…. hon var so sein á flogvøllin at hon hevði ikki tíð at kekka kuffertið inn.
Leygardagin hugnaðu vit okkum óført. Vit gingu túr, Herbert spældi á spæliplássinum meðan eg svav í vogninum. Og so tá Herbert fór at sova á middegi fóru vit damur ein túr á Strøge. Fingu okkum frokost á café Zirup og kaffi í Illum. Deiligt veður.
Sunnudagin fóru vit til frokost hjá Sólrun mostir. Aftaná frokost koyrdu vit til Helsinge, har var Lisa við í einum musical, Grease. Mamma helt tað var ordiliga gott, so stuttligt at síggja hvussu væl tey ungu dugdu. Eg helt tað larmaði nokso illa, mamma royndi at halda dýnuna fyri oyrini, so eg ikki skuldi blíva alt for kløkk. Herbert tímdi slett ikki, so hann og babba spældi uttanfyri næstan alla tíðina.
No comments:
Post a Comment