Nú tá tað er so kalt og tað verður so tíðliga myrkt, so royna mamma og babba at finna uppá ting at gera her heima. Tíbetir fyri tey, so tími eg annað enn at renna runt og spæla hund (sjálvt um eg haldi tað er so sera stuttligt). Eg ELSKI at leggja puslispæl…. helst Cars puslispæl. Eg tími væl at perla, og eisini at mála.
No comments:
Post a Comment