Ommu og abbi komu til Danmarkar nakrar dagar fyri jól. Ommudidd kom eisini. Hon skuldi til USA at halda jól við Leyvoy og teimum. Um kvøldið kom Sólrun mostir við øllum sínum til døgurða. Mamma gjørdi fleskasteik. Eg helt ikki tað gekk nóg skjótt við at steikja, so eg skrúvaði heilt uppá 275 gr við grill. So bleiv svørurin nokso svartur, men tað smakkaði væl allíkavæl.
No comments:
Post a Comment