Eg havi eisini verið til babymusik fyri síðstu ferð. Tað er bara gerandisdagar, so vit kunna ikki halda fram tí eg skal í vøggustovu. Tað hevur annars verið ordiliga skeg. Mamma hevur eisini meldað meg til musikkskúlan í Havn, hon hevur planir um at eg antin skal spæla gittara ella kontrabass, og vónandi sleppi eg eisini í musikkspælistovuna. Mamma hevur lagt eitt lítið video upp.
Í páskaferiuni fóru vit til Billund í summarhús saman við Sólrun og Bíu mostur við familjum. Tað var so hugnaligt. Eg spældi við øll míni sysktinabørn og Bellu, tann nýggi hundurin hjá Sólrun mostir. Vit fóru í Lalandia og Legoland.Vit grillaðu og sparkaðu fótbólt. Tað verður so stuttligt at síggja tey øll aftur í summar, onkran eisini eitt sindir fyrr.
Tað hevur eisini verið so sera gott veður her í seinastini. Eg havi tvær ferð verið úti og svomið í garðinum og eg eri úti næstan hvønn dag og spæli. Bæði í sandkassanum og við spælikøkin hjá grannunum. Tað er so stuttligt á Kagså. Ein dagin í hesum summarveðrinum komu Eva, Árni og Gabriel út at vitja okkum. Vit grillaðu pylsir til frokost. Tað var so hugnaligt, tað var faktiskt so hugnaligt at Gabriel og tey eisini ótu nátturða hjá okkum, so blivu eg og Gabriel blakaðir í song og tey vaksnu fóru at spæla sjavs…. og so ótu tey eisini morgunmat hjá okkum. Eg hopi tey koma aftur skjótt. Eg elski at spæla við Gabriel.
So eri eg eisini byrjaður í vøggustovu og mamma í praktikk. Í byrjanini helt eg tað var ordiliga stuttligt og eg hevði slett ikki tíð at siga babai við mammu. Tann fyrsta dagin grulvaði eg beinavegin runt allastaðni, og var nokso ráðaríkur, fór beint yvir til eina gentu og vlidi hava hennara leikutoy, tá hon ikki vildi geva mær tað so slóg eg hana, eg má heldur royna at læra meg at uppføra meg pent. Men nú havi eg gingið har nokso leingi, og havi vant meg eitt sindir við tað, og tað er ikki so spennandi meira… so nú gráti eg eitt sindir, tá mamma fer avstað um morgunin. Men har sleppi eg út at spæla hvøn dag og spæla við hini børnini, so tað er bara stuttligt. Í fyrradagin var abbi á Íslandsvegnum her og vitjaði okkum. Vit skuldi øll til jarðarferð hjá manninum hjá Anna abbasystir. Tað var ordiliga pent í kirkjuni, eg lá og svav uttan fyri meðan mamma og babba vóru inni í kirkjuni. Aftaná fóru vit til sognehuset og finguð okkum ein drekkamun. Har vóru nógv fólk. Eg spældi við trímenningin hjá mær, Alberte.Á veg á flogvøllin við abba og Kára abbabeiggja steðgaðu vit í Fields og fingu okkum døgurða. Og so keypti abbi mær eina for tíðliga føðingardagsgávu… ein gangivogn. Eg dugi ordiliga væl at ganga við honum.
Tá vit koma aftur til Herlev aftaná páskaferiuna fóru eg og babba at samla súkkluna hjá mammu, mamma og babba hava eisini keypt mær eitt súkklusetur og ein hjálm… so fóru vit súkklutúr til Smørmosen.Eg havi eisini lært ordiliga nógv, m.a. grulva, reisa meg upp, ganga framvið og millum møblarnar. Ein dagin sat mamma og skrivaði við telduna, og so hoyrdi hon at eg smaskaði nokso illa. Tá hevði eg reist meg upp við borðið og stóð og gumlaði uppá víndrúirnar sum stóðu í eini skál. Tú kann síggja video her.
Tað hevur eisini verið so sera gott veður her í seinastini. Eg havi tvær ferð verið úti og svomið í garðinum og eg eri úti næstan hvønn dag og spæli. Bæði í sandkassanum og við spælikøkin hjá grannunum. Tað er so stuttligt á Kagså. Ein dagin í hesum summarveðrinum komu Eva, Árni og Gabriel út at vitja okkum. Vit grillaðu pylsir til frokost. Tað var so hugnaligt, tað var faktiskt so hugnaligt at Gabriel og tey eisini ótu nátturða hjá okkum, so blivu eg og Gabriel blakaðir í song og tey vaksnu fóru at spæla sjavs…. og so ótu tey eisini morgunmat hjá okkum. Eg hopi tey koma aftur skjótt. Eg elski at spæla við Gabriel.
Her er eitt video av mær í svimihylinum.
Her er eitt video av mær har eg gangi.
Til øll tey sum náddi heilt her niður í innlegginum, tit muga hava tað so gott till next time.
No comments:
Post a Comment