Í Ikea fekk Gabriel ordiliga nógv ting, hann fekk song og alt møguligt, men tað eigi eg longu. Vit fingu báður harafturímóti eitt stórt áarross í part.
Eg havi eisini verið og svomið í morgun. Í dag fór eg undir fyri fyrstu ferð. Mamma segði "eitt, tvey, trý KAVA" og so koyrdi hon meg undir vatnið. Tað var ordiliga skeg. Eg svølgdi eitt sindir av vatni, men tað bilar einki.

No comments:
Post a Comment