MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

22 February 2012

So eru vit flutt heim til Føroyar!

11. februar fóru vit við Norrønu til Føroyar. Túrurin til Hirtshals var meira spennandi enn gott var. Vit høvdu books pláss á tveimum bátum. Fyrst Hundested-Rørvig og so Sj. Odde-Ebeltoft. Tá vit komu til Hundested segði konan at báturin var seinkaður, tí fjørðurin var frystur. Hann var so nógv seinkaður at vit ikki náddi okkara bát úr Sj. Odde. Vit máttu so umbóka okkara pláss har til Sj. Odde-Århus sum fór 1½ tíma seinni. Tá vit komu til Sj. Odde sigur maðurin at báturin er eitt lítið sindur seinkaður.

Check inn til Norrønu er seinasta lagi 2 tímar áðrenn fráfer, tvs. kl 13. Vit vóru í Århus akkurát kl 13 og GPSarin segði at vit vóru í Hirtshals kl 15.00… Norrøna fer kl 15.00. Hallur koyrdi sum um hann hevði eld í einum vissum stað og vit vóru í Hirtshals 14.40 og sloppu akkurát við.

Tað er deiligt at verða í Føroyum. Nú er verkfalli av, so Magna má sleppa í stovn sum skjótast. Eg skal byrja um eina viku.

Herbert og Magna hava hildi tunnuball. Herbert hevur verið og skreitt. Magna hevur reiggja.

Húsini eru reist. Vónandi gongur tað skjótt nú. Annars eru vit komin nøkunlunda uppá pláss her.

(Myndirnar eru stjolnar frá ommu…. hon hevur kameraðiSmiley)

002004005

028038040041055058059062001073078088089090092110

018019025

Egyptaland

Aftaná mamma bleiv lækni fóru vit 4 ein túr til Egyptland. Kameraði hjá okkum var blvið stjolið, so babba skundaði sær kvøldið fyri í Elgiganten at keypa eitt nýtt, so vit kundi taka myndir. Men hvat, fyrsta kvøldið misti Herbert kameraðið á gólvið og so riggaði tað ikki meir.

Tað var ein góður túrur. Vit møttu nøkrum fittum fólkum. Ingvild, Kjetil, Aune og Magni. Aune og Herbert spældi næstan hvønn dag. Ingvild, mamma Aune var so røsk at taka myndir, og nú hevur hon sent okkum allar tær sum vit vóru áSmiley 

CIMG1511CIMG1544CIMG1545CIMG1554CIMG1555CIMG1572CIMG1573CIMG1607CIMG1612CIMG1617CIMG1646DSC_0075DSC_0098DSC_0109DSC_0111