
08 August 2009
Ró komin at vitja
I dag var vinkonan Ró her og vitjaði, gumma og Carl vóru við. Vit grillaðu úti í tí góða veðrinum. Vit fingu meis, burgara og pylsir. Eg át sum eg veit ikki hvat. Legðist eisini eftir borðiskinum hjá Ró. Aftaná matin fóru eg og Ró at plaska í mínum nýggja svimjihyli, tað var herligt. Vit hævdu líka svimjidragt, nógv fyri at mamma og babba ikki vilja geva eitt sindir eyka, bara tí at eingin dreingjalitir vóru eftir av tí bíliga slagnum...


05 August 2009
RC456
So kom tíðin har vit skulu aftur til DK. Eg hevði hildi tað var nógv stuttligari at flúgva um eg slapp at gera sum eg sjálvur vildi, tvs ganga aftur at fram eftir gongini, spæla við vognarnar og fara yvir til fólk at stjala fazermint. Men tað slapp bara inn ímillum. Næstan alla tíðini bóðu mamma og babba meg sita stillan, tað tími eg slett yvirhøvir ikki. Men til DK komi vit so, og eg var nokso móður eftir ein langan túr, har eg deils hevði spælt og deils hevði barst við mammu og babba um at sleppa at spæla.
04 August 2009
Farvæl rundan
So er tað næstan tíð at rýma aftur, so eg mátti fara ein rundu at siga farvæl við mína familju. Vit vóru umborð á Smyrli og segði farvæl við abba, har var stuttligt, har var ein elevator man kundi trýsta á knapparnar. Úti hjá ommu og Hans abba fekk eg nátturða og til omaná fekk eg SMOOTHIE, eg mundi ikki fingið afturhald. Tað smakkaði so gott. Hjá ommu kann man eisini spæla í songini.
Tað hevur verið so deiligt at verða heima, gleði meg at koma aftur.

Tað hevur verið so deiligt at verða heima, gleði meg at koma aftur.

03 August 2009
Túrur til Saksunar
Í dag vóru eg, mamma, babba og Rógvi ein túr í Saksun. Vit høvdu ætlað okkum til Mykinesar, men vit vóru ikki tey einastu, tí báturin var fullur. Vit høvdu lænt ein beristól frá Janusi, tað var ordiliga skeg at sita í honum, meðan babba gekk. Tað bar eisini til at sova í honum.
Tá vit komu heilt út á sandin slapp eg leysur, tað var herligt. Eg elski at spæla við sand. So fingu vit matpakka og eg fekk kakamjólk. Alletiders túrur.
Tá vit komu heilt út á sandin slapp eg leysur, tað var herligt. Eg elski at spæla við sand. So fingu vit matpakka og eg fekk kakamjólk. Alletiders túrur.
Subscribe to:
Posts (Atom)